Føroyar

Í Føroyum krevur Gramex gjaldið inn fyri at brúka útgivnan tónleik í føroyskum útvarps- og sjónvarpsstøðum og á øðrum almennum staði. Onnur helvtin av inntøkunum verður býtt út í tí føroyska tónleikalívinum. Hin helvtin verður býtt millum ta føroysku, donsku og altjóða tónleikaskránna við støði í teimum fráboðanum, sum Gramex fær frá donskum útvarpi og sjónvarpi.

Peningurin, ið kemur aftur til Føroya, verður javnt býttur millum tónlistafólk og plátufeløg. Peningurin til tey føroysku plátufeløgini verður býttur um Framleiðarafelagið, ið er ein samskipan av føroyskum tónleikaframleiðarum.

Býtið fer fram við støði í upplagstølunum hjá teirri einstøku útgávuni. Hvørt ár í januar skulu tey føroysku plátufeløgini tí lata Framleiðarafelagnum skjalprógvaðar upplýsingar um upplagstølini fyri sínar útgávur.

Gevur tú ella títt plátufelag tónleik út í Føroyum, skalt tú altso sjálv/ur síggja til at siga Framleiðarafelagnum frá upplagstalinum fyri útgávuna.

Samband

Framleiðarafelagið
Adresse: Tórugøta 14, FO-100  Tórshavn
Telefon: +298213535
T-postur: gramexgissur@gmail.com

Reglur fyri bytid av Gramex-samsyning – Framleidslufelagdi 

Verður tín føroyska útgáva spæld í Danmark? (dansk)
Verður tín føroyska útgáva spæld í útlondum? (dansk)