Føroyar

Í Føroyum krevur Gramex gjaldið inn fyri at brúka útgivnan tónleik í føroyskum útvarps- og sjónvarpsstøðum og á øðrum almennum staði.

Onnur helvtin av inntøkunum verður býtt út í tí føroyska tónleikalívinum. Hin helvtin verður býtt millum ta føroysku, donsku og altjóða tónleikaskránna við støði í teimum fráboðanum, sum Gramex fær frá donskum útvarpi og sjónvarpi.

Studningur

Peningurin, ið kemur aftur til Føroya, verður javnt býttur millum tónlistafólk og plátufeløg. Peningurin til tey føroysku listafólkini. verður býttur sum studningur um grunnin Gramexgrunnur – Tónleikarar. Føroya Tónleikarafelag, ið er ein samskipan av føroyskum tónleikafeløgum, viðmælir limirnar í í býtisnevndini.

Grunnurin letur stuðul til føroyskt tónleikalív í sambandi við tónleikaútgávu. Feløg/felagsskapir kunnu umframt søkja um stuðul til frama fyri tjónleikarar og sangarar í Føroyum, herímillum stuðul til konsertir, festivalar og flutning.

Øll útinnandi tónlistafólk í Føroyum kunnu søkja um stuðul frá grunninum. Umsóknir kunnu sendast inn alt árið og verða viðgjørdar hvør sær.

Vilt tú søkja um stuðul?

Hygg at stuðulsbýtinum til føroysk tónlistafólk í 2014
Viðtøkur fyri Gramexgrunnur – Tónleikarar

Verður tín føroyska útgáva spæld í Danmark (dansk)?
Verður tín føroyska útgáva spæld í útlondum (dansk)?